Inger Støjberg og flokkur hennara, Danmarksdemokraterne ætla sær í stjórn eftir næsta fólkatingsval.
Tað sigur forkvinnan í flokkinum í samrøðu við Berlingske.
– Um veljararnir stuðla okkum, og um vit kunnu samráðast fram til eitt gott politiskt grundarlag, eru vit sum flokkur ikki bangin fyri at taka endaligu ábyrgdina á okkum, sigur Støjberg, sum leggur afturat, at flokkur hennara ikki skal vera ein mótmælisflokkur men skal hava veruliga politiska ávirkan.
Hvørjir flokkar Danmarksdemokraterne kundu hugsað sær at komið í stjórn saman við, vil hon tó ikki siga. Tó nevnir hon Vinstra og tey konservativu, sum hon sigur skulu vera "ásin" hjá einari komandi stjórn.
Flokkurin Danmarksdemokraterne varð stovnaður 23. juni, og eydnaðist tað flokkinum eftir stutta tíð at fáa tær 20.000 undirskriftirnar, sum eru neyðugar fyri, at flokkurin kann stilla upp til fólkatingsvalið, skrivar Ritzau.
Í desember í fjør fekk Inger Støjberg 60 daga fongsulsrevsing í ríkisrættinum fyri at hava givið ólóglig boð um at skilja at nøkur hjún í donskum flóttalegum, meðan hon var ráðharri í útlendingamálum, og revsingina slapp hon at sita við fótleinkju í vár.
Inger Støjberg meldaði seg úr Vinstra í februar 2021, og var hon uttanflokkatingfólk fram til desember, tá hon varð tveitt úr fólkatinginum, stutt eftir, at dómurin í ríkisrættarmálinum varð sagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald