Í juni verður Stórabretland vertur fyri G7-toppfundi. Tað upplýsir bretska stjórnin.
Hetta verður fyrstu ferð fleiri av stóru londunum hittast, eftir at Joe Biden hevur yvirtikið forsetaembætið í USA, og tað verður eisini fyrstu ferð í næstan tvey ár, at G7 toppfundur verður hildin.
USA skuldi eftir ætlan hava verið vertur fyri G7 toppfundin í fjør, men orsakað av koronafarsóttini, varð Donald Trump forseti noyddur at avlýsa.
Enn eru fleiri lond, sum ikki hava váttað sína luttøku, men toppfundurin verður eftir ætlan 11. – 13. juni í Carbis Bay í Cornwall í Útsynningsonglandi.
Altjóða handfaringin av farsóttini og veðurlagsbroytingar verða væntandi ovast á dagsskránni, tá G7 bólkurin aftur fer at hittast.
Umframt G7 londini Stórabretland, Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan, og USA, hevur Stórabretland boðið umboð úr Avstralia, India og Suðurkorea við sum gestir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald