Uttanlands

Stórar bíðirøðir uttanfyri BR-handlar í Danmark

Fólk hava staðið og bíðað í tímavís at sleppa at býta vørur um, nú Top-Toy er farið á húsagang

Mynd: DR

Mynd: DR

2018-12-29 19:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag vóru langar bíðirøðir at síggja uttanfyri BR- og Toys'R'US-handlar í Danmark.

Í gjár boðaði Top-Toy, sum rekur leikuhandlarnar BR og Toys'R'US í Norðurlondum, frá, at felagið er farið á húsagang.

Í hesum sambandi vóru nógv fólk í dag møtt upp í leikuhandlunum fyri at býta um vørur og gávurkort.

Hetta elvdi til langar bíðirøðir og fleiri fólk bíðaðu í fleiri tímar fyri at sleppa framat.

Handilsleiðarin í BR í Rødovre sigur við DR, at hetta hevur verið strævnasti dagurin, sum hann hevur upplivað í 10 ár.

Eitt talsfólk hjá Top-Toy sigur við DR, at bíðirøðir hava verið uttanfyri nógvar av handlarnar hjá teimum, og at viðskiftafólk summastaðni hava latið vreiðina ganga útyvir starvsfólkini.

Í summum førum hava starvsfólkini kent seg hótt av viðskiftafólkunum, sum m.a. hava blakað leikur eftir teimum. Tey flestu hava tó verið tolin og hava víst samkenslu við starvsfólkunum, og tað hevur ikki verið neyðugt hjá nøkrum av teimum at melda nakað til løgregluna.

Tilsamans hava fleiri enn 2000 starvsfólk í leikuhandlunum hjá Top-Toy í Norðurlondum mist arbeiðið, nú felagið er farið á húsagang.

Í Danmark eru 77 BR-handlar og 21 Toys'R'US-vøruhús. Í Føroyum finnast tveir BR-handlar, og húsagangurin ávirkar ikki handlarnar í Føroyum.

Les eisini: BR farið á húsagang - ávirkar ikki føroysku handlarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder