Innanlands

Stórmál til nevndarviðgerð í løtuni

Lógin um sjófeingi er í vinnunevndini, áðrenn hon fer til 3. viðgerð - fíggjarnevndin hevur fíggjarlógina fyri komandi ár um hendi

Jacob Vestergaard er í løtuni í Vinnunevndini, har uppskotið til løgtingslóg um sjófeingi verður viðgjørt (Mynd: Sverri Egholm)

Jacob Vestergaard er í løtuni í Vinnunevndini, har uppskotið til løgtingslóg um sjófeingi verður viðgjørt (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-16 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinnunevndin og Fíggjarnevndin hava í løtuni fund.

Í vinnunevndini er Jacob Vestergaard gestur. Landstýrisaðurin er har í samband við, at sjófeingislógin verður vend. Í seinastu viku var hon til 2. viðgerð í tinginum

Skráin:

Kl. 09.15 Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum saman við Havstovuni 
Kl. 09.45 Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum saman við Vørn 
Kl. 10.15 Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum 

Í Fíggjarnevndini er fíggjarlógin fyri 2020, ið framvegis hevur eina 3. viðgerð til góðar, uppi at venda, og tað er eykajáttanarlógin fyri november eisini.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder