Stórur fyrimunur at borgarin kann avgreiða síni ørindi talgilt

- Fyrimunurin fyri Sunda kommunu er, at vit kunnu menna og miðsavna okkara talgildu tænastur á einum tryggum portali, har tað ígjøgnum samleikan fæst váttan fyri, hvør viðkomandi er, ið brúkar tænasturnar, sigur Jóannes A. Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu

Jóannes A. Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóannes A. Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-14 08:03 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Við at gerast partur av Talgildu Føroyar kann Sunda kommuna fara undir at menna tænastur til skipanina.

- Vit síggja tað sum ein fyrimun, at borgarin kann avgreiða so nógv av sínum ørindum talgild og á einum stað sum gjørligt. Fyrimunurin fyri Sunda kommunu er, at vit kunnu menna og miðsavna okkara talgildu tænastur á einum tryggum portali, har tað ígjøgnum samleikan fæst váttan fyri, hvør viðkomandi er, ið brúkar tænasturnar. Um vit fáa knýtt hetta saman við okkara skipanum, so slepst undan manuellari skráseting, sigur Jóannes A. Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu.

- Vit gjørdust partur av Talgildu Føroyum í september 2020, og tí eru fyrireikingarnar enn á byrjunnarstøði. Enn kunnu vit ikki bjóða nakra tænastu á Vanganum, men vit ætla tó at byrja at menna okkurt tíðliga í komandi ári.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder