Løgreglan ávarar bilførarar, serliga teir, sum skulu koyra um hálsar og stórar hæddir í morgun, um at vísa stórt varðsemi.
Nógva avfallið í nátt hevur ført til fleiri skalvalop, og onkrastaðni hevur blotin havt við sær, at stórar mongdir av kava eru lopin oman á vegir.
Um trý tíðina í nátt varð boðað frá einum skalvalopi í Kollafjarðardali, við munnan á Leynatunnlinum kollafjarðarmegin. So mikið nógvur kavi var komin niður, at tað ikki var koyrandi.
Boð vórðu send eftir eini kravimaskinu frá Landsverki, sum kom at rudda kavan burtur. Seinni í nátt ella morgun var eisini eitt skalvalop um Høgareyn á Vestmannavegnum. Sama gravimaskina mátti brúka eina løtu har eisini fyri at rudda vegin fyri kava.
- Sum veðrið hevur verið í nátt er neyðugt at heita á bilførarar um at koyra við størsta varðsemi. Eg hugsi serliga um bilar, sum koyra eftir høgtliggjandi vegum, so sum til og úr Vestmanna, Oyndarfirði og Famjin, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald