Innanlands

Stórur vøkstur í føroyska útflutninginum

Ongantíð fyrr hava vit útflutt fyri yvir 9 milliardir krónur í einum 12-mánaðaskeiði

Alivinnan stendur fyri 45 prosentum av føroyska útflutninginum (Mynd: Hagstovan)

Alivinnan stendur fyri 45 prosentum av føroyska útflutninginum (Mynd: Hagstovan)

2019-11-20 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

 

12-mánaðarskeiði frá oktober 2018 til september 2019 útfluttu vit fyri beint oman fyri 9 milliardir krónur. Tað er ikki hent fyrr, at árligi útflutningurin er farin uppum 9 milliardir, skrivar Hagstovan á netinum.

Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á eina milliard krónur.

Toskaútflutningurin er vaksin góðar 300 milliónir og útflutningurin av makreli er vaksin 350 milliónir.

Tað er framvegis laksur vit útflyta mest av, og har er vøksturin omanfyri hálva milliard krónur. Av samlaða fiskavøruútflutninginum er laksur 45 prosent.

Samlaða útflutta nøgdin av fiskavørum er minkað eitt sindur, og er tað serliga tí minni er útflutt av svartkjafti, skrivar Hagstovan.

Nøgdin av laksi vaks 23 prosent meðan virði vaks 17 prosent. Fyri makrel var vøksturin í nøgd 36 prosent meðan virði vaks 54 prosent.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder