Innanlands

Strandferðslan: Avlýsingar á leið 60 og 66

Seinasti túrur hjá Teistanum verður av Gomlurætt kl. 20, og Sildberin siglir ikki fyribils

Teistin (Savnsmynd)

Teistin (Savnsmynd)

2020-01-02 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sera nógvur vindur hevur verið seinasta samdøgrið, og hetta hevur ávirkað bæði siglingina hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðirnar í morgun.

Sambært Strandferðsluni væntar mann meira vind aftur seinni í dag, og skulu fólk rokna við møguligum avlýsingum ella seinkingum hjá øllum Bygdaleiðum.

Eisini siglingin er ávirkað. Fyribils verður boðað frá avlýsingum á leið 60 millum Skopun og Gomlurætt, og á leið 66 millum Sandoy og Skúvoy.

Teistin hevur avlýst túrarnar klokkan 20.40 og 22.30 úr Skopun, og 21.20 og 23.05 av Gomlurætt. Sostatt er seinasti túrur av Gomlurætt klokkan 20.

Fyri veður siglir Sildberin yvirhøvur ikki í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder