Innanlands

Streymur frá biogassi nú eisini í kontaktunum

Førka framleiddi í oktober streym svarandi til nýtsluna hjá 1.124 húskjum

2020-11-18 17:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sev fær nú streym frá fýra ymsum burðardyggum orkukeldum. Umframt vatn-, vind- og sólorku, fær Sev nú eisini ravmagn burtur úr biogassi.

Førka, sum er biogassvirkið hjá Bakkafrost framleiddi í oktober mánaða 469 megawatttímar. Hetta svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá 1.124 húskjum, ella 1,2 prosent av samlaðu elorkuframleiðsluni, skrivar Sev á heimasíðuni.

Til samanberingar framleiddi vatnturbinan á elverkinum á Strond 451 MWt, báðar turbinurnar í Botni í Suðuroy 378 MWt og vindmyllurnar hjá Røkt í Vestmanna 462 MWt í oktober.

- Tað er ómetaliga hugaligt at síggja, hvussu væl verkætlanin við elorku úr biogassi higartil hevur riggað. Eitt gott prosent av samlaðu framleiðsluni ljóðar kanska ikki av nógvum, men er hóast alt eitt nýtt bein í elframleiðsluni, og sparir okkum fyri umleið 100.000 litrar av olju á Sundi.

- Hyggja vit at burðardyggari framleiðslu fyri seg, so liggur biogassframleiðslan á 3,6% av tí, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Turt og stilt veður ávirkar framleiðsluna
Turt og stilt veður í oktober sæst aftur í tølunum fyri burðardygga elorkuframleiðslu, sum er lægri í ár enn í oktober í fjør. Tað regnaði nærum helvtina minni í ár, 133 millimetrar í mun til 254 millimetrar í fjør, og vatnorkuframleiðslan minkaði tí við 41 prosentum.

Eisini var stillari í veðrinum. Miðal vindferðin í Húsahaga í oktober í ár var 6,7 metrar um sekundið, meðan hon var 8,2 m/sek í oktober 2019. Í Neshaga var vindferðin 8,1 metrar um sekundið í ár í mun til 9,7 í fjør.

Hetta hevði við sær, at í oktober í ár er góðir 3 gigawatttímar framleiddir við vindorku, meðan slakir 5 gigawatttímar vóru framleiddir við vindorku í oktober 2019. Ólag á einstøkum myllum í Neshaga hevur eisini ávirkað framleiðsluna neiliga, skrivar sev.fo.

Tilsamans kom burðardygga elorkuframleiðslan upp á slakar 13 gigawatttímar, meðan elframleiðslan við olju var slakar 26 gigawatttímar. Tað merkir, at í oktober vóru sløk 67 prosent framleidd við olju, meðan vatnorkan stóð fyri 24 prosentum, vindorkan 8 prosentum, biogass góðum einum prosenti og sólorkan væl undir einum prosenti. 

Í oktober í fjør var býtið 43 prosent olja og 57 prosent burðardyggar orkukeldur. 

Framleiðslan við sólorku er ikki óvæntað væl lakari um heystið og veturin enn um summarið, og í oktober lá sólorkuframleiðslan á 7,5 megawatttímum, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 18 húskjum.

Samstundis sum veðrið ikki heilt var til vildar til grøna elorkuframleiðslu, vaks eftirspurningurin eftir elorku í samfelagnum við 5 prosentum. Tilsamans 38,7 gigawatttímar vóru framleiddir í oktober, í mun til 36,8 í fjør. Hetta er methøg mánaðarframleiðsla. Gamla metið er frá januar í ár, tá framleiddir vóru 37,3 gigawatttímar. 

Framleiðslan í oktober setti eisini annað met, tá mesta løtuframleiðsla ein dag náddi 62,5 megawatt. Hetta var 26. oktober kl. 17.24.  Gamla metið er frá november 2019, tá mesta løtuframleiðsla kom upp á 62,3 megawatt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder