
Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð fíggjarætlanin hjá Sunda kommunu fyri 2021 samtykt.
Har framgongur millum annað, at barnafrádrátturin verður hækkaður úr 5.000 til kr. 6.000 krónur, meðan skattaprosentið og dagstovnagjøldini eru tey somu sum undanfarin ár.
Sunda kommuna boðar frá, at skuldin verður niðurgoldin við 10 millónum krónur, og at kommunan ferat gera íløgur fyri 7,4 millónur krónur. Greitt er at fíggjarætlanin javnvigar við 105 milliónir krónur
Í sínum íløguraðfestingum hevur býráðið sett pening av til at ígongdseta arbeiðið innan útstykking og kirkjugarðar, samstundis sum kloakkirnar í Tjørnuvík, Haldórsvík og við Norðskála skulu gerast lidnar. Eisini er umvæling av skúlanum á Langasandi og í Hvalvík raðfest.
Samtykt varð í 2020 at Tónlistaskúlin Norðljómur skal húsast í niðaru lon í Skúlanum við Streymin. Har er peningur settur av til at innrætta hølini soleiðis at karmarnir vera góðir. Harumframt eru pengar settir av til bátahylin á Oyrarbakka og eisini fær tekniska øki eina hægri raðfesting. Í 2020 var farið undir at dagføra kommunuskrivstovuna. Á fíggjarætlanini fyri 2021 eru pengar játtaðir at gera hetta arbeiðið liðugt.
Á heimasíðuni hjá kommununi eru høvuðstølini at síggja. Samlaða Fíggjarætlanin 2021 kann síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald