Uttanlands

Svøríki: Endaliga valúrslitið greitt um nakrar dagar

Sambært fyribilsúrslitinum stendur blái blokkur til at fáa 175 tingsessir, meðan reyði blokkur stendur til at fáa 174

Magdalena Andersson og Ulf Kristersson, forsætisráðharravalevni og formenn hjá ávikavíst Socialdemokraterna og Moderaterna (Mynd: EPA)

Magdalena Andersson og Ulf Kristersson, forsætisráðharravalevni og formenn hjá ávikavíst Socialdemokraterna og Moderaterna (Mynd: EPA)

2022-09-12 07:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

94 prosent av atkvøðunum frá svenska ríkisdagsvalinum í gjár eru taldar upp, og sær út til, at Socialdemokraterna við Magdalenu Andersson, forsætisráðharra á odda verður størsti flokkur við 30,5 prosent av atkvøðunum. Tað eru 2,2 prosent meira, enn flokkurin fekk á seinasta vali.

Næststørsti flokkur er Sverigedemokraterna, sum sambært fyribilsúrslitinum hevur fingið 20,6 prosent av atkvøðunum – ein framgongd á 3,1 prosent í mun til seinasta val.

Sambært Ritzau verður tó helst ikki greitt, hvør skal stjórna Svøríki komandi valskeið, fyrr enn uttanlands- og brævatkvøðurnar eru taldar um nakrar dagar.

Sambært fyribilsúrslitinum stendur blái blokkur við Moderaterna, Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna til at fáa 175 tingsessir, meðan reyði blokkur við Socialdemokraterna, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet fær 174 tingsessir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder