placeholder
Uttanlands

Svøríki: Fimm vikur síðan valið og enn er eingin stjórn skipað

Í seinasta lagi 15. november skal ein nýggj stjórn leggja fram uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár

2018-10-14 16:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru nú fimm vikur síðani, at sviar vóru á vali 9. september. Úrslitið gjørdist, at eingin av blokkunum hevur greiðan meiriluta. Reyði blokkurin hevur bert ein sess meira enn tann borgarligi. Sostatt er neyðugt at skipa stjórn við Sverigedemokraterna, sum fekk 62 sessir, fyri at fáa meiriluta. Eingin vil tó samstarva við Sverigedemokraterna í løtuni.

24. september varð borgarligi Andreas Norlén úr Moderaterna valdur sum talsmaður fyri svenska Ríkisdagin.

Fyrsta uppgávan hjá Norlén er at útpeika tann næsta møguliga forsetisráðharran, sum skal royna at skipa stjórn. Norlén peikaði á Ulf Kristersson, formann fyri Moderaterna.

25. september atkvøddi meirilutin í Ríkisdegnum ímóti at halda fram við sosialdemokratiska Stefan Löfven sum forsetisráðharra. Tó heldur hann fram sum forsetisráðharri, til ein nýggjur er funnin.

Les eisini: Löfven: Eg vil halda fram sum forsetisráðharri

13. oktober, boðaðu formaðurin í Liberalerna, Jan Björklund, Annie Lööf úr Centerpartiet, og Ebba Busch Thor úr Kristdemokraterna, at tey høvdu vrakað uppskotið hjá Ulf Kristersson um at skipa stjórn.

14. oktober boðaði Ulf Kristersson frá, at hann hevur uppgivið at skipa stjórn.

"Eg havi gjørt tað, eg kundi hesuferð," segði hann á tíðindafundi.

Les eisini: Svøríki: Ulf Kristersson uppgivið at skipa stjórn

Í morgin, 15. oktober fer Andreas Norlén væntandi at peika á ein nýggjan møguligan forsetisráðharra, sum skal royna at skipa stjórn. Tað er líkt til, at tað verður Stefan Löfven, sitandi sosialdemokratiski forsetisráðharrin.

Í seinasta lagi 15. november skal ein nýggj stjórn leggja fram uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder