Hóast Danmark nú hevur vrakað koppingarevnið hjá AstraZeneca, hava tey í Svøríki tikið eina aðra avgerð. Har meta myndugleikarnir, at koppingarevnið er trygt at brúka, og halda tey sostatt fram at koppseta við tí.
Í Svøríki kunnu fólk yvir 65 ár verða koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca.
– Hvørki vit ella nakar annar sær nakran vanda, og tí halda vit, eins og restin av heiminum, fram við at brúka tað, segði Johan Carlson, aðalstjóri hjá Folkhälsomyndigheten á tíðindafundi fríggjadagin sambært Ritzau.
Tað var 11. mars, at myndugleikarnir í Danmark boðaðu frá einum fyribils steðgi í koppsetingini við AstraZeneca, eftir at fleiri koppsett fólk høvdu fingið staðfest blóðtøpp, og mikudagin varð boðaðu frá, at koppingarevnið var vrakað.
Í Týsklandi verður koppingarevnið hjá AstraZeneca bert brúkt til fólk yvir 60 ár, og tey, sum eru yngri og hava fingið fyrru koppsetingina frá AstraZeneca fáa næstu koppsetingina við øðrum koppingarevni. Tað sama verður galdandi í Danmark.
Les eisini: Skulu hava seinna prikið við øðrum koppingarevni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald