Innanlands

Tað verður drúgt áðrenn Erla kann fara í sigling

Vónbrotin landsstýrismaður ásannar, at Strandferðslan hevur verið alt ov bjartskygt í sínum væntanum til nýggja avloysaraskipið

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2020-11-18 15:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg havi fingið ein langan tekst frá Strandferðsluni, men, nei. Eg fari ikki at lesa burtur úr honum her. Tingfólk, sum vilja síggja hann, kunnu fáa hann.

Nøkulunda soleiðis svaraði Jørgan Niclasen, landsstýrismaður, á tingi í dag, tá hann skuldi svara einum munnligum fyrispurningi um um nær Erla Kongsdóttir kann fara undir siglingina til Nólsoyar.

Talan er um sokallaðan fráboðaðan fyrispurning, og tað merkir, at landsstýrismaðurin hevur havt eitt samdøgur at fyrireika seg til spurningarnar, og harvið hevur hann spurt seg fyri hjá Strandfaraskipum Landsins um Erlu Kongsdóttir. Men sum sagt, so vildi hann ikki lesa burtur úr svarinum hann hevði fingið.

[object Object]Jørgen Niclasen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var týðuligt, at tað var ein landsstýrismaður, sum er ógvuliga vónsvikin yvir tað, sum higartil er hent í sambandi við at seta Erlu Kongsdóttir í sigling.

Hann kom ikki nærri inn á arbeiði, sum gjørt er á Strandferðsluni, men staðfesti bara, at Strandferðslan hevur verið alt, alt ov optimistisk í sínum væntanum til nýggju avloysaraferjuna.

Tað var Bjørt Samuelsen, sum stillaði Jørgeni Niclasen spurningin. Hon spurdi eisini fyri fýra vikum síðani, og tá svaraði landsstýrismaðurin, at Erla Kongsdóttir fór at vera tøk einaferð millum 6. og 10. november.

- Tað var tað, eg fekk at vita tá, men tað heldur ikki, staðfesti landsstýrismaðurin, sum harmaðist um, at støðan er endað soleiðis.

Hann er samdur við spyrjaranum og nólsoyingum í, at hóast Jósup er eitt gott skip, sum kann veita nólsoyingum eina góða tænastu, so er hann ikki egnaður til hesa siglingina so seint á árinum.

- Hevði eg vitað tað, eg veit nú, so høvdu vit sent Ternuna til neyðugu klassingina fyrr á árinum.

Jørgen Niclasen greiddi tinginum frá, at tað í besta føri verður langt inn í desember áðrenn roknast kann við at Erla Kongsdóttir kann fara undir siglingina til Nólsoyar. Tað er ikki bara ein hækking av bryggjuni í Nólsoy, sum skal til. Skipið er heldur ikki trygdargóðkent enn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder