Mentan

‘Takk’ – nýtt frá Halli Joensen

Jákup Zachariassen hevur skrivað bæði orð og lag til nýggja friðarliga sangin.

2026-11-02 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hallur Joensen, av fleiri róptur countrykongurin, er komin út við nýggjum sangi.

Ein friðarligur sangur, ella sálmur, ikki við vanligari countryinstrumentering, men við klaveri sum framstandandi ljóðføri aftur við eyðkendu røddini hjá Halli Joensen.

Tað er Jákup Zachariassen, sum hevur skrivað bæði orð og lag, og tað er eisini hann, sum hevur framleitt og spælir guitar á upptøkuni. Hinir tónleikararnir eru:

Trummur: Henning Hjalt Nicodemussen
Bass: Eyðun Johannesen
Piano: Eyðun Johannesen
Fiól & mandolin: Andy Leftwich
Strúkarar: Hans Poulsen

Upptøkurnar eru gjørdar í JakZac Studio og Óli Poulsen hevur staðið fyri mix og mastring.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder