Ein amerikanskur samveldisdómari hevur víst aftur eitt sakarmál hjá amerikanska forsetanum Donaldi Trump um ærumeiðing.
Málið snýr seg um eina grein í blaðnum The Wall Street Journal um, at Trump í 2003 skal hava givið dømda kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein eina føðingardagsheilsan við tekning av einari naknari kvinnu.
Wall Street Journal almannakunngjørdi tekningina í blaðgrein í september 2025, og Trump hevur víst aftur, at hann skal hava givið Epstein eina slíka føðingardagsheilsan
Les eisini: Er hetta heilsanin frá Trump til Epstein?
Sambært sakførarum hjá amerikanska forsetanum, er talan um ærumeiðing, men dómarin, Darrin Gayles er tó ikki samdur í hesum.
Trump og sakførarar hansara halda eisini, at greinin átti at verið droppað, eftir at Trump hevði víst aftur, at hann skal hava havt nakað við Epstein at gera.
Dómarin heldur tó, at tað er í stríð við grundlógarásetingini um pressufrælsi. Eisini vísir hann á, at journalistarnir kannaðu málið gjølla og royndu at fáa eina viðmerking frá Trump og øðrum embætisfólkum, áðrenn greinin varð prentað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald