Á leið 4.000 útlendingar eru komin til Føroya síðani 2019, og burturav teimum kann væntast, at helvtin verður verandi so leingi í Føroyum, at tey kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi, skrivar Búskaparráðið.
Útlendingar - fólk við øðrum ríkisborgararætti enn føriyskum/donskum - sum hava búð í Føroyum og arbeitt í somu vinnu í sjey ár hava møguleika at søkja um varandi uppihaldsloyvi.
Talið á útlendingum er økt nógv seinastu árini, og mong hava verið í Føroyum í fleiri ár. Talið á útlendingum, sum sannlíkt kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi táttaði í 2.000 fólk í 2025.
Tíðarskeið, ið útlendingar hava verið í Føroyum
![]()
(Mynd: Búskaparráðið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald