
Nakrar føroyskar fyritøkur og síður hava í seinastuni verið útifyri, at falskir brúkarar eru gjørdir í teirra navni, og at tey sum standa aftanfyri hava vent sær til føroyskar brúkarar við millum annað at senda vinarumbøn.
Les eisini:
Geva seg út fyri at vera bilasølan
Falskur profilur vendi sær til føroyingar
Í dag hevur Føroya Politi fingið eina meira álvarsama fráboðan. Tað, sum er farið fram er, at teldusníkar hava roynt at snýta eina føroyska fyritøku fyri eina størri peningaupphædd.
- Teldusníkarnir høvdu í hesum førið falsað eina rokning og teldupostsamskiftið í eini royna at snýta starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina
Upplýst verður ikki, hvørja fyritøku talan er um, og um hvussu stór upphæddin er.
- Teldusníkarnir høvdu í hesum førið falsað eina rokning og teldupostsamskiftið í eini royna at snýta starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina
Upplýst verður ikki, hvørja fyritøku talan er um, og um hvussu stór upphæddin er
Stóran skund - nýtt kontonummar
Í hesum sambandi ávárar løgreglan aðrar fyritøkur um vandan við CEO-fraud / snýt við rokningum. Víst verður á, at teldusníkar ofta royna at geva eina fatan av, at gjaldingin hevur stóran skund í eini roynd at fáa bókhaldsfólkið at flyta peningin áðrenn tey kanna, um tað veruliga er leiðarin, sum hevur sent teldupostin.
Eisini eiga ávaringarlampurnar at fara at lýsa, tá ein fyritøka móttekur tvær rokningar, har tað á tí seinnu stendur, at kontonummarið á fyrru rokningini var skeivt, ella at teirra bankakonto er undir grannskoðan, og at fyritøkan tí skal flyta peningin til eina aðra konto. Hetta er eftir, at teldusníkarnir hava fingið atgongd til teldupostin hjá fyritøkuni.
Føroya Politi vísur á Facebook-síðu sínari á nakrar orðingar, ið teldusníkarnir ofta nýta í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald