
Mánadagin søgdu Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, og Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, við Kringvarpið, at tíðarætlanin viðvíkjandi Ternuni fór at halda, og at strandfaraskipið harvið fór at verða aftur í sigling á Nólsoyarleiðuni áðrenn jól - 20. desember.
Les eisini: Ternan sett aftur í sigling fyri jól
Men nú er greitt, at Ternan ikki kemur aftur í sigling í 2020 kortini. Hesum boðar Strandfaraskip Landsins frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
Orsøkin er, at 40 ára klassingin av Ternuni verður meira umfatandi enn av fyrstan tíð hildið varð, tá arbeiðið fór í gongd seinast í oktobur.
Ein nýggj tíðarætlan skal gerast fyri økta arbeiðið, áðrenn Ternan fær loyvi at sleppa í sigling við ferðafólki aftur, skrivar ssl.fo.
Í løtuni røkir Jósup Nólsoyarleiðuna. Erla Kongsdóttir, sum skuldi alvoysa Ternuna skjótast gjørligt, fekk í gjár siglingar-og ferðafólkaloyvið eftir longri bíðitíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald