Uttanlands

Ternan røkir nú siglingina um Skopunarfjørð

Teistin er í dag farin til 20-ára klassing, sum eftir ætlan fer at taka fýra til seks vikur. Erla Kongsdóttir siglur nú aftur um Nólsoyarfjørð

Ternan var á beding í Klaksvík í yvir eitt hálvt ár í saband við 40-ára klassing (Mynd: Sverri Egholm)

Ternan var á beding í Klaksvík í yvir eitt hálvt ár í saband við 40-ára klassing (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-25 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 16. mai fór Ternan aftur í sigling um Nólsoyarfjørð. Tað var áleið fimm mánaðir seinni enn ætlað. Orsøkin var, at klassingin tók nógv longri enn ætlað.

Les eisini: Nú er Ternan komin aftur í sigling

Nú er Ternan aftur aðrastaðni, og Erla Kongsdóttir er í dag farin at røkja siglingina um Nólsoyarfjørð. Orsøkin er, at Teistin er farin til 20-ára klassing, og at Ternan verður nýtt til at sigla um Skopunarfjørð. 

Strandferðslan skrivar á heimasíðu sínari, at talan er um óbroytta ferðaætlan á leið 60 og 61, og at klassingin hjá Teistanum eftir ætlan fer at taka 4-6 vikur.

[object Object]
Teistin er nú farin til klassing (Mynd: Sverri Egholm)

Meðan hetta fer fram, fer Erla Kongsdóttir at røkja leið 90 eftir verandi ferðaætlan, og Sam fer at gera vikuligar farmatúrar til Nólsoyar, skrivar ssl.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder