
Støðan í tónleikavinnuni er ikki góð. Heldur ikki hjá hjá teimum, sum leiga út útgerð til tónleikatiltøk og onnur størri tiltøk, har brúk er fyri tøkniligari útgerð.
- Vit merkja tað sera væl á tí partinum, sum hevur við útleiging av útgerð og miksing í tí sambandi at gera, har eftirspurningurin er minkaður sera nógv, sigur Johannes P. Steingrund, ið eigur fyritøkuna, Steingrund Akustik, sum liggur í Runavík.
Hann vísir á, at støðan er alt annað enn góð, men at fyritøka hansara tíbetur hevur tvey bein eftir at standa á. Tey eru ráðgeving til byggivinnuna, og søla og innlegging av tí, sum fyritøkan selir, og á tí økinum har sær betri út. Og so er bert at vóna, at hesi øki ikki fáa stóra niðurgongd, sum tíðin gongur.
Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her - nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald