2022-06-30 23:05
Í morgin, 1. juli klokkan 13, verður latið upp fyri tilmelding til Ungt Summar.
Talan er um eina nýggja verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, sum fevnir um 10 verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í.
Endamálið er at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivna millum tey 13-15 ára gomlu í kommununi.
Stongt verður fyri tilmelding aftur mikudagin 6. juli klokkan 13, og plássini verða lutaði út í tí raðfylgju, tey verða umbiðin, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. Nærri kunning er at finna her.
Verkstovurnar í ár eru hesar:
- Tekniverkstova
- Fjallasúkkling
- Seymiverkstova
- Prentverkstova
- E-sportverkstova
- Livestreamingsverkstova
- Heimasíðuverkstova
- Smúkkuverkstova
- Podvarpsverkstova
- Sangskrivaraverkstova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald