228 milliónir krónur eru settar av í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu, sum verður løgd fyri býráði á býráðsfundi hósdagin.
Talan er um seinastu fíggjarætlanina hjá hesum meirilutanum áðrenn kommunuvalið, sum verður í november mánaði næsta ár. Núverandi meiriluti í býráðnum skal eisini leggja fram fríggjarætlan fyri 2021 um eitt ár, men ikki er vist, at sami meiriluti sleppur at føra tær ætlanirnar út í lívið.
Av teimum 228 milliónunum til íløgur fer meginparturin – eins og í fjør – til byggingina av Skúlanum á Fløtum, sum eftir ætlan skal vera klárur til skúlaársbyrjan næsta ár, upplýsir Annika Olsen, borgarstjóri í skrivi til miðlarnar í dag.
Av íløgum komandi árið kann nevnast, at nýggjur umlættingar- og rehabiliteringsdepil skal byggjast í Hoyvík, og ein um- og útbygging av Tjarnargarði til demensdepil skal gerast liðug. Pengar verða eisini settir av til framhadandi útbygging av kirkjugørðum.
Aftur at kommunalu íløgunum ger Tórshavnar Havn í 2019 íløgur fyri 65 miljónir í havnaútbyggingina.
Vøkstur
Tórshavnar kommuna hevur upplivað stóran fólkavøkstur í seinastuni. Frá januar í fjør til januar í ár var vøksturin 2,3 prosent, svarandi til 486 fólk. Seinastu fimm árini hevur fólkavøksturin verið 1.670 fólk, ella 8,4 prosent.
Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2020, ið býráðið nú fer at viðgera, eru inntøkurnar mettar at verða 1.064 milliónir krónur í mun til 1.004 milliónir í 2019, svarandi til ein vøkstur á 60 milliónir ella 6 prosent.
Útreiðslurnar eru mettar til íalt 824 milliónir í mun til 779 milliónir síðsta ár. Vøksturin er 45 milliónir ella 5,9 prosent. Sáttmálabundin lønarvøkstur er framskrivaður við 2,5 prosentum.
Vaksandi íbúgvaratalið hevur við sær øktan tørv hjá bæði barnafamiljum og eldru borgarum í kommununi. Síðan 2017 eru útvegað umleið 140 dagstovnapláss og umleið 70 fyribilspláss.
Í fíggjarárinum 2020 verður roknað við samanlagt um 75 fleiri børnum í dagansing. Av hesum eru 106 fleiri børn í barnagarði og 20 fleiri í ungdómstilboði, meðan nøkur færri eru í frítíðarskúla. Til tess at nøkta tørvin á dagstovnaplássum verður Býlingshúsið vesturi á Flat útbygt við fýra stovum, svarandi til umleið 60 pláss aftrat.
Veittar verða enn fleiri tænastur á heilsu- og umsorganarøkinum. Útbyggingin av Tjarnargarði sum demensdepil verður liðug komandi ár, og fer hetta at økja um talið á plássum. Gongd er sett á at byggja nýggjan umlættingar- og rehabiliteringsdepil, sum letur upp í komandi ári. Talan er um 28 nýggj umlættingarpláss og sjey nýggj búpláss.
Fíggjarætlanaruppskotið verður lagt fram í býráðnum nú hóskvøldið, og fer síðani til politiska viðgerð í nevndunum. Uppskotið fær fyrstu og aðru viðgerð í býráðnum ávikavist 31. oktober og 21. november, og skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald