Uttanlands

Tosaði til fólkið fyri fyrstu ferð sum kongur

Charles kongur fer at halga seg til leiklutin sum kongur, eins og mamma hansara halgaði seg til leiklutin sum drotning

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-09-09 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Lyftið sum hon gav, um at tæna landunum alt hennara lív, gevi eg eisini, segði Charles kongur í røðu fyri løtu síðani. Hetta er fyrsta røðan, hann hevur hildið sum kongur av Bretlandi.

Í taluni vóru nógv vøkur orð um mammu hansara, Elizabeth drotning, sum doyði í gjárkvøldið, 96 ára gomul.

- Alt hennara lív, var hennara hátign, Elizabeth drotning, elskaða móðir, til stóran íblástur og fyrimynd fyri alla familjuna, segði Charles kongur.

- Vit skylda henni so nógv, sum ein familja yvirhøvur kann skylda sínari móðir, fyi hennara kærleika, trúfesti og vegleiðing, segði nýggi kongurin í Bretlandi.

Talan varð tikin upp seinnapartin í Blue Drawning Room á Buckingham Palace í London.

Charles kongur var til staðar á Balmoral slottinum í Skotlandi, har Elisabeth drotning doyði í gjárkvøldið, men er í dag komin til London.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder