Innanlands

Triðja bryggjaríið í Føroyum klárt í summar

Nýtt partafelag er stovnað, og høli er fingið til vega í gamla timburhandlinum á Hálsi í Havn

Petur

Petur "Øl" Petersen - her í tænastu fyri gamla arbeiðsgevaran - verður stjóri í nýggja bryggjarínum, sum ikki hevur fingið navn enn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-23 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Innan leingi verður møguleiki fyri at velja millum trý sløg av føroyskum øl og cider. Komandi summar verður triðja føroyska bryggjaríið væntandi ein veruleiki.

Stigtakari til nýggja bryggjaríið er Petur Petersen, eisini kallaður Petur Øl. Hann var stjóri á bryggjarínum Okkara, men segði seg úr starvinum í sambandi við at bryggjaríið á Velbastað var yvirtikið av Pf. Føroya Bjór. Síðan hevur Petur Petersen verið í starvi hjá heilsøluni hjá Poul Hansen.

Og pf. Poul Hansen er eisini partur av nýggja bryggjarínum, sum fer í gongd í summar. Í dag var møguleiki á Skráseting Føroya at síggja, at nýtt felag er stovnað, Pf. 22.12.2020 við Peturi Petersen sum stjóra. Endamálið hjá felagnum er at eiga og reka bryggjarí.

Petur Petersen sigur, at talan verður um eitt lítið bryggjarí, sum kann bryggja alskyns øl, so sum pilsnar, klassik, IPA, PA, sour og annað. Høvuðsvøran verður tó pilsnarøl, boðar felagið frá í tíðindaskrivi, og talan verður um øl við góðari góðsku, uttan at talan verður um ølsnobbari. Eisini eru ætlanir um at bryggja cider eisini.

Tá bryggjaríið byrjar sín rakstur, verða væntandi 6 til 8 fólk sett í starv. Í bryggjarínum verður eisini handil, har møguleiki verður at keypa vørurnar, sum verða bryggjaðar á staðnum. Eisini verður ein barr, har møguleiki er at smakka vørurnar áðrenn keypt verður, verður upplýst í tíðindaskrivi frá felagnum.

Enn hevur bryggjaríið ikki fingið navn, men ætlanin er at skipa fyri eini navnakapping.

Nevndarformaður í Pf. 22.12.2020 er Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansa Offshore. Hinir nevndarlimirnir eru Jóhannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen, Óli Restorff Hansen og Rúni M. Djurhuus.

Partapeningurin er seks milliónir krónur. Stovnari av Pf. 22.12.2020 er eitt partafelagið Tór, sum varð stovnað í farnu viku. Petur Petersen er stjóri í hesum felagnum og Óli R. Hansen nevndarformaður. Sjúrður Holm, stjóri í byggifelagnum Búsetur situr eisinini í nevndini fyri Pf. Tór.

Pf. 15 og Pf. Kimbil hava stovnað íløgufelagið Pf. Tór. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder