
Heilar tríggjar ferðir í nátt hevur løgreglan tikið ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring.
Ein varð tikin í sambandi við einum ferðsluóhappi Yviri við Strond í Havn klokkan fýra í nátt.
Talan var um ein bilførara, sum koyrdi í skeivari síðu av vegnum og síðani rendi frontalt saman við ein annan bil. Eingin fólkaskaði stóðst tó av hesum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan var skjót á staðnum, og førarin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd varð tikin av honum, og nú verður bíðað eftir svari.
Hinir báðir førararnir vórðu tiknir Við Streymin og í Hoyvík klokkan ávikavíst trý og hálvgun seks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald