2018-06-29 09:28
Løgreglan gjørdi aftur í nátt ferðamátingar av ferðsluni Millum Fjarða, og aftur í nátt vóru bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið.
Ein bilførari varð máldur at koyra heili 117 km/t. Hetta er 37 km/t yvir loyvda hámarksferðina á 80 km/t og merkir hetta, at bilførarin fær treytaða frádøming av koyrikortinum.
Tríggir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Allir tríggir bilførararnir koyrdu júst 106 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald