Í vikuskiftinum vóru líkini av trimum italskum fjallaklintrarum funnin á Mont Blanc fjallinum í fronsku alpunum.
Líkini eru av tveimum beiggjum og unnustuni hjá tí eina.
15 fólk hava nú latið lív á Mont Blanc í ár, og í fjør lótu 14 fólk lív, og tvey hvurvu.
Tað er evropeiska hitabylgjan, ið er orsøkin. Meira av ísinum er bráðnaður, og hetta hevur við sær, at umstøðurnar hjá fjallaklintrarum gerast meira ótryggar, skrivar The Guardian.
Uml. 300 klintrarar royna at klintra uppá tindin um dagin, og hetta er eisini ein orsøk til, at tað er vorðið vandamiklari at klintra har. Tí byrjaði mann í juli at avmarka atgongdina til mest umtóktu leiðirnar á fjallinum.
Les eisini: Tríggir fjallaklintrarar latið lív á Mont Blanc
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald