Uttanlands

Tríggir menn skotnir í Keypmannahavn í gjárkvøldið

Menninir vórðu fluttir á sjúkrahús

2018-06-21 14:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tríggir mans vórðu í gjárkvøldið skotnir í Husum í Keypmannahavn.

- Ein hendingin hevur verið, har tríggir persónar eru raktir av skotum. Teir eru fluttir á sjúkrahús, men allir eru uttanfyri lívsvanda, segði løgreglan í Keypmannahavn við DR.

Teir tríggir menninir eru 19, 21 og 22 ára gamlir. Eygnavitni siga, at tey sóu fleiri bilar koyra frá staðnum.

Hendingin fór fram kvøldið eftir at ein maður varð skotin og dripin á Amager týskvøldið. Enn er ov tíðliga at siga, um hendingarnar hava nakað at gera við hvørja aðra, sigur løgreglan í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder