
Seint seinnapartin í gjár fullu nøkur skot mitt í svenska býnum Uppsala.
Løgreglan kom manssterk á staðið, eftir at nógvir ógvuliga stúrnir borgarar ringdu inn.
Tað vísti seg, at at tilburðurin kostaði trimum persónum lívi. Svenska løgreglan hevur framvegis ikki eyðmerkt hesi og tí ikki kunna avvarandi.
Tað er heldur ikki eydnast at finna útav, hvør lat skotini av. Tað er heldur ikki staðfest, um ein ein persónur stendur aftanfyri hetta ella fleiri.
Ein persónur varð sæddur skunda sær av staðnum á einum elektroniskum rennihjóli. Tað er tó óvist, hvør hetta er, og um viðkomandi hevði nakað við hendingina at gera.
Løgreglan hevur stongt eitt øki í Uppsala og gjørt kanningar (Mynd: EPA)
Í mun til hví, so fáa myndugleikarnir ikki upplýst so nógv meira, men í gjárkvøldið staðfesti løgreglan í Uppsala, at hetta eftir øllum at døma er "ein einstøk hending", og at eingin "almennur vandi" er í býnum
Uppsala er fjórðstørsti býur í Svøríki við nakað undir 200.000 íbúgvum. Har eru lutfalsliga nógv fólk skotin seinastu árini í sambandi við bandaharðskap, skriva norðurlendskir miðlar.
Løgreglan hevur tíðindafund um málið seinni fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald