Uttanlands

Trúboðarin vildi læra ættarfólkið um Jesus

Dagbókin hjá amerikanaranum, sum varð skotin á fjarskotnari oyggj, avdúkar hvat ætlanirnar hjá honum vóru

(Mynd av Instagram)

(Mynd av Instagram)

2018-11-23 09:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í India er nú farin at gera eina roynd at fáa líkið av 27 ára gamla amerikanaranum, John Allen Chau, burtur av oynni, North Sentinel Island í Bengalhavinum.

Ungi amerikanarin fór fyrr í vikuni á land í oynni, har tað bert búgva fólk úr avbyrgda ættarbólkinum, ið verða kallaðir sentinelesarar. Ætlanin hjá John Allen Chau var at fáa fólkini at venda um til kristindómin.

Les eisini: Ættarbólkur drap ungan amerikanara 

Enn er ikki staðfest, at John Allen Chau er deyður, tí indisku mydugleikarnir ikki rættiliga hava funnið út av, hvussu tey skulu nærkast íbúgvunum á oynni.

Fiskimenninir, ið sigldu John Allen Chau nær til oynna sóu, at hann sjálvur róði tað seinasta strekkið í eini kajakk. Teir hava greitt frá, at teir sóu tey innføddu skjóta við ørvum eftir manninum og síðan gróvu hann í sandin.

Tí rokna myndugleikarnir við, at ungi trúboðarin er deyður.

- Fiskimenninir sóu ein deyðan persón verða jarðaðan á strondini. Tað sá út til at vera líkið av John Allen Chau, skriva myndugleikarnir sambært The Guardian.

Síðstu ferð umboð fyri myndugleikarnar í India vóru á oynni var í 2004. Tá varð ein tyrla send út fyri at vita, hvussu íbúgvarnir høvdu tað eftir stóru flóðalduna. Tað tyrlan møtti, var ein mongd av ørvum, ið vórðu skotnir eftir henni.

- Vit verða noydd at ansa eftir, at vit ikki órógva fólkini ella teirra heim. Hetta er eitt viðkvæmt øki, og tað fer helst at taka tíð, sigur eitt umboð fyri indisku myndugleikarnar.

Uppgávan hjá teimum, sum fara út verður at heinta líkið uttan sjálvi at koma til skaða, men eisini at forða fyri, at fólkið á oynni verður útsett fyri smittuvanda.

Tí tey hava livað avbyrgt, og hava tí ikki órin móti teimum sjúkum, sum vit ganga við.

Skrivaði dagbók
The Guardian og fleiri aðrir miðlar skriva, at John Allen Chau skrivaði dagbók. Áðrenn hann varð skotin og helst dripin, hevði hann vitjað oynna við eini gávu til íbúgvarnar. Longu tá skutu teir eftir honum, so hann vendi aftur út til fiskibátin. Her skrivaði hann í dagbókina, hvat hann hevði upplivað. Fiskimenninir høvdu dagbókina við aftur til lands.

- Eg syrgdi fyri at vera uttan fyri skotfrástøðu, men tað merkti tíverri eisini, at eg heldur ikki kundi hoyra tey. So eg fór nærri, meðan teir (seks, eftir hvat eg sá) róptu eftir mær, skrivar John Allen Chau um vitjan sína, sambært The Guardian, sum eisini hevur hesi sitat úr dagbókini:

- Eg royndi at endurtaka tað, teir søgdu. Teir fóru at flenna, so teir hava nokk rópt ljót orð ella roynt at æruskemma meg.

Ikki fyrr enn sentinelesararnir funnu fram boga og ørvar, gjørdist John Allen Chau ræddur, skrivar hann í dagbókini. Ein ungur drongur skjeyt eftir honum, men rakti bert vatntøttu bíbliuna, sum trúðboðarin hevði við sær.

- Eg róði av øllum alvi aftur til bátin. Eg kendi ótta, men mest vónbrot. Tey vildu ikki góðtaka meg í fyrstu syftu.

Í dagbókini skrivar John Allen Chau, at hann helt, virðið av at læra fólkini um Jesus uppvigar vandan. Síðan ber hann eina bøn til Guð, har hann skrivar, at hann ikki ynskti at doyggja.

- Men um tú vilt hava meg at verða skotnan ella dripnan av einum ørvi, so má tað vera so. Eg haldi tó, at eg kundi verið til størri gagns livandi, skrivaði hann í dagbókina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder