Ein stórur partur av almenna geiranum í USA hevur nú verið afturlatin í 19 dagar, og tað gongur ikki væl við samráðingunum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, fór í gjár frá einum fundi við leiðarum úr kongressini, eftir at demokratarnir Chuck Schumer og Nancy Pelosi enn eina ferð hildu fast við, at teirra flokkur ikki fór at játta honum fígging til múrin millum USA og Meksiko.
Sambært New York Times smekkaði Trump hondina hart niður í borðið, áðrenn hann fór úr fundarhølinum í Hvítu Húsunum.
Spill av tíð, skrivaði Trump um fundin á Twitter.
Trump noktar at góðkenna fíggjarlógina, um tað, sum svarar til 37 mia. krónur, ikki verður sett av til múrin.
Fyri at fáa fígging til múrin á fíggjarlógina er neyðugt við atkvøðum frá demokratunum, og tey nokta at brúka so stóra upphædd. Tey hava tó bjóðað uml. 10 mia. krónur til at økja um trygdina á markinum.
"Enn einaferð østi hann seg upp, tí hann ikki fekk tað, sum hann vildi hava, og hann fór bara av stað," segði demokratiski leiðarin í senatinum, Chuck Schumer, sambært DR.
Les eisini: Trump heldur fast: Skal hava fígging til múrin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald