Hvør stóð aftanfyri drápið á Khashoggi? Tað hevur verið tann stóri spurningurin, síðan saudiarabiski tíðindamaðurin Jamal Khashoggi fór inn á saudiarabiska konsulátið í Istanbul í Turkalandi 2. oktober uttan at koma út aftur.
Sambært amerikanska forsetanum Donald Trump, fáa vit skjótt svar uppá hetta.
"Vit fáa eina fulla frágreiðing um nakrar fáar dagar - væntandi mánadagin ella týsdagin," segði Trump á tíðindafundi í Malibu í Kalifornia, har hann vitjaði tey, ið vórðu rakt av ógvusligu skógareldunum.
"Vit koma við einari kanning um, hvør hevði skyldina fyri hesum, og hvør framdi gerðina. Vit tosa um dráp her, einki annað," segði Trump sambært DR.
Higartil hevur CIA peikað á saudiarabiska krúnprinsin Mohammed bin Salman sum tann, ið stendur aftanfyri drápið á Khashoggi.
Donald Trump heldur tó, at tað er ov tíðliga at peika á nakran.
"Tað er ov tíðliga at siga nakað. Handan frágreiðingin kom rættiliga tíðliga, men tað er møguligt. Vit fáa at síggja," segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald