Uttanlands

Trump finst at Stefan Löfven

Trump krevur, at svenska stjórnin fær A$AP Rocky leyslatnan, men Stefan Löfven vil ikki blanda seg uppí málið

2019-07-26 07:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, finst hvassliga at svensku stjórnini, eftir at svenska ákæruvaldið gjørdi av at ákæra rapparan A$AP Rocky fyri harðskap.

Les eisini: Kendur rappari ákærdur fyri harðskap í Svøríki

- Sera vónbrotin um, at forsetisráðharrin Stefan Löfven ikki kundi handla. Svøríki hevur svikið okkara afroamerikansku íbúgvar, skrivaði Donald Trump m.a. á sosiala miðilin Twitter.

Hendan viðmerkingin kemur annars stutt eftir, at Trump bað fleiri av demokratisku kongresslimunum um at fara aftur til síni heimlond at "bøta um tey kriminellu støðini, tey koma frá".

Les eisini: Trump skapar balladu á Twitter

Trump hevur áður roynt at fingið Löfven og svensku stjórnina at handla í málinum um A$AP Rocky, men longu 20. juli gjørdi svenski forsetisráðharrin greitt, at rapparin ikki fær serviðgerð.

- Svenska stjórnin hvørki kann ella vil royna at ávirka ákærar ella dómstólar. Øll eru líka undir lógini, eisini vitjandi úr øðrum londum, segði svenski forsetisráðharrin, sambært Politiken.

Men hesa frágreiðingina helt Trump ikki vera nøktandi.

- Leyslat A$AP Rocky. Vit gera so nógv fyri Svøríki, men tað tykist ikki at ganga báðar vegir, skrivaði amerikanski forsetin seint í gjárkvøldið.

Trump legði afturat, at Svøríki átti at leggja dent á at loysa teirra egnu trupulleikar við kriminaliteti.

A$AP Rocky, hvørs veruliga navn er Rakim Mayers, hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 5. juli.

Hann er ákærdur fyri saman við tveimum øðrum at hava brúkt harðskap móti einum 19 ára gomlum manni av afghanskum uppruna. Sambært rapparanum var talan um sjálvverju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder