
Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur áfram við at skuldseta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj fyri at vera atvoldin til at kríggið móti Russlandi byrjaði.
Tað segði hann á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið í sambandi við, at forsetin í El Salvador, Nayib Bukele, vitjaði í Washington.
Í hesum sambandi fekk hann ein spurning um hvørja áskoðan hannhevur til fyrispurningin frá Zelenskyj um at keypa amerikanskar Patrion-loftverjurakettir.
- Áh, eg veit ikki. Tú veit, hann vil altíð keypa rakettir. Tá tú byrjar eitt kríggj, so áttu tú eisini at vita, hvussu tú vinnur kríggið, ella hvussu tá? Tú byrjar ikki eitt kríggj móti einum, sum er 20 ferðir søtrri enn tú, og so vónar, at onkur seinni skulu geva tær rakettir, svaraði Trump.
Trump hevur áður skuldsett Ukraina fyri at hava byrjað kríggið, men hann hevur eisini seinni viðgingið, at tað var Russland, sum byrjaði.
Trump nýtti eisini enn einaferð høvið til at harta undangongumann sínum, Joe Biden, fyri kríggið í Ukraina, og tók uppaftur, at við honum sum amerikanskum forseta, so var kríggið í Ukraina ongantíð byrjað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald