Uttanlands

Ógreitt hvat hendi á fundinum og ógreitt hvat nú fer at henda

Dagin eftir Trump fór av fundinum við demokratunum, fer hann til Texas at tosa við tey, sum arbeiða á markinum millum USA og Meksiko

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-10 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Almenni geirin verður verandi afturlatin, og enn hevur Trump ikki fingið fígging til múrin. Tað eru øll, sum vóru við á fundinum í Hvítu Húsunum í gjár, samd um.

Tó eru ymiskar frágreiðingar um, hvat var sagt á fundinum, skrivar Politiken.

Til at byrja við var friðarligt. Trump var í góðum lag og bjóðaði øllum góðgæti, og á hvørjum stóli lá eitt skjal við einum uppskoti til eina møguliga fíggjarlóg.

Men eingin loysn varð funnin á fundinum. Trump noktaði at lata almenna geiran upp aftur, fyrr enn hann hevði fingið fígging til ein múr millum USA og Meksiko. Demokratarnir søgdu, at almenni geirin skuldi latast upp aftur, áðrenn sámráðingar um múrin kundu byrja.

"Tú misnýtir fólk (tey, sum starvast hjá tí almenna, red.) fyri at fáa fyrimun. Hví vilt tú ikki lata almenna geiran upp aftur og gevast við at skaða onnur fólk?" skal Schumer, ið er demokratiskur leiðari í senatinum, hava spurt Trump sambært demokratunum, sum vóru við á fundinum.

"Tí so vilja tit ikki geva mær tað, eg vil hava," skal Trump hava svarað.

Sambært starvsfólkum í Hvítu Húsunum, legði Trump afturat, at hann royndi at gera tað, sum var rætt fyri landið, og at tað ikki snúði seg um politikk.

"Vilt tú geva mær ein múr?" spurdi Trump Nancy Pelosi sambært Chuck Schumer.

Tá Pelosi hevði svarað, at tað vildi hon ikki, segði Trump, at so høvdu tey einki at tosa um, og síðani fór hann avstað.

Sambært demokratunum varð Trump so illur, at hann smekkaði hondina í borðið, men sambært republikanarum passar hetta ikki.

Sambært ABC vardi fundurin bert 14 minuttir, og um fundin hevur Trump sjálvur sagt, at hann var spill av tíð.

Almenni geirin hevur næstan verið afturlatin í tríggjar vikur nú, og ein avleiðing av hesum er, at 800.000 fólk, sum arbeiða hjá tí almenna ikki fáa løn.

Hvat hendi á fundinum er ógreitt, og tað er eisini ógreitt hvat fer at henda nú.

Í dag gongur leiðin hjá Trump til Texas til markið móti Meksiko.

Sambært tíðindatalskvinnuni hjá Trump, Sarah Sanders, fer Trump til Texas fyri at tosa við fólk, sum arbeiða á markinum til dagliga.

Møguleiki er fyri, at Trump á markinum fer at lýsa við undantaksstøðu. Ger hann tað, hevur hann møguleika at fáa múrin bygdan, uttan at kongressin hevur játtað honum fígging til verkætlanina.

Fleiri væntaðu, at Trump fór at lýsa við undantaksstøðu, tá hann týskvøldið helt røðu fyri allari tjóðini, men hetta gjørdi hann tó ikki. Kortini helt hann fast við kravinum um 5,7 mia. dollarar til ein múr.

Hvørki Trump ella demokratarnir vilja boyggja seg, og sostatt er almenni geirin enn afturlatin, meðan Trump er ávegis til Texas.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder