Uttanlands

Trump umhugsar at keypa Grønland

Hetta skriva stórir amerikanskir miðlar í morgun. Danskir politikkarar á sosialu miðlunum eru ikki við uppá tankan

( Donald Trump sær stórt virði í Grønlandi, og staðseting tess, og hann hevur sambært keldum fleiri ferðir borið ynski fram, um at keypa oynna - Mynd: Shutterstock)

( Donald Trump sær stórt virði í Grønlandi, og staðseting tess, og hann hevur sambært keldum fleiri ferðir borið ynski fram, um at keypa oynna - Mynd: Shutterstock)

2019-08-16 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. og 3. september vitjar amerikanski forsetin, Donald Trump, í Danmark. Tær seinastu søgurnar úr USA kunnu benda á, at tað liggur meira aftanfyri vitjanina, enn fyrst varð hugsað.

Fleiri keldur, ið hava vitan um málið, hava sagt við stóru bløðini,Wall Street Journal, Washington Post og CNN, at hugskoti um at keypa Grønland er har hjá forsetanum. Umframt hesi, hava onnur stór altjóða bløð eisini hesa søguna í morgun.

Tað byggir á, at Donald Trump fleiri ferðir við álvara, hevur sett orð á tankan um at keypa heimsins størstu oyggj. Hetta skal 73-ára gamli forsetin hava sagt við sínar ráðgevarar.

Donald Trump sær sambært keldunum nakað stórt í møguleikunum, ið eru við Grønlandi, og hann hevur biðið ein ráðgeva kannað møguleikan at keypa nærri. Summir ráðgevarar eru við uppá hugskotið, aðrir ikki. 

Tað er eisini óvist, hvussu hetta skal fara fram, og hetta tykist heldur ikki realistiskt. Lars Løkke Rasmussen skrivar á Twitter, at hetta líkist einari apríl-søgu, og fleiri danskir politikkarar skjóta tankan fullkomiliga niður. 

Eingin almenn útmelding hevur verið frá nøkrum av londunum um søguna. Grønland hevur verið undir Danmark í nú skjótt 300 ár. Í 1946 bjóðaði USA 100 milliónir dollarar fyri Grønland. 

 
 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder