
Bilførarar, serliga tey, sum fara við børnum í skúla í Klaksvík um morgnarnar, hava trupult við at venja seg við, at tað nú er einvegis koyring eftir Kráargøtu oman fyri skúlan á Skúlatrøð.
Í sambandi við ferðslukanning vórðu gjáramorgunin skrivað trý mál um bilar, sum koyrdu ímóti loyvda koyrirætninginum. Slík brot geva klipp í koyrikortið umframt 1.500 krónur í bót.
Á einum øðrum strekki í Klaksvík er trupult at halda hámarksferðina. Talan er um Stangarveg, har ferðin nú er niðursett til 40 kilometrar um tíman í mun til 50 kilometrar, sum annars er vanliga hámarkið innan fyri býarmarkið. Stangarvegurin er vegurin, sum ferðslan norðaneftir kemur inn á.
Í gjár vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra og skjótt á hesum strekkinum. Tveir teirra fáa klipp í kortið – teir koyrdu 59 og 62 kilometrar um tíman. Harafturat vóru tveir, sum fingu treytaða frádøming av førararættinum fyri at koyra 64 og 65 kilometrar um tíman.
Tá talan er um eina hámarksferð á 40 kilometrar um tíman, so skulu bilrørarar rokna við revsing so skjótt sum ferðin fer upp um 55 kilometrar um tíman, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald