Stóri eldurin undir jørð millum Kangerlussuaq og Sisimiut brennir enn, og 38 donsk sløkkiliðsfólk eru komin til Grønlands at hjálpa til at fáa tamarhald á.
Í gjár gingu trý fólk seg inn í roykin frá náttúrueldinum, sum herjar. Ein ferðaleiðari var við tveimum útlendskum ferðafólkum í økinum og grønlendski ferðaleiðari teirra sendi út neyðarróp, tá tey einki sóu í øllum roykinum.
Hetta skrivar Kringvarpið, og sambært grønlendska kringvarpinum, KNR bað løgreglan í fyrsta umfari eina rututyrlu far at leita, men tá hetta ikki eydnaðist, varð Seahawk-tyrlan hjá Arktiskt komando send at leita. Hon hevur góða útgerð, og fólkini vórðu funnin og fingið uppá pláss í øllum góðum.
Tey trý komu ikki til skaða á nakran hátt. Eldurin hevur herjað í yvir ein mánað.
Innanlands
Trý fólk bjargað frá eldinum í Grønlandi
Tyrlan kom eftir ferðfólkunum og ferðaleiðara teirra í Vesturgrønlandi, sum "hvurvu" í roykinum
(Mynd: Sverri Egholm)
2019-08-15 10:19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald