Mentan

Tvær nærverandi ljóðmyndir í fjarstøðu

Tvær nýggjar ljóðmyndir kunnu nú síggjast og hoyrast á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum: Ævisøgan “Míni leikapetti”, eftir Eyðun Johannessen og “Logi, logi eldur mín”, ið byggir á søgur eftir Jóhonnu Mariu Skylv Hansen

Anfinnur Heinesen við ævisøguni hjá Eyðuni Johannesen,

Anfinnur Heinesen við ævisøguni hjá Eyðuni Johannesen, "Míni leikpetti"

2020-04-28 22:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjónleikur snýr seg fyrst og fremst um nærveru og um at skapa sterk sambond millum leikarar og áskoðarar. Hetta er eyðsæð ein avbjóðing, sum hevur avmarkað alt virksemið á Tjóðpallinum, har tey hvørki hava kunna vant ella framført seinastu tíðina. Men Korona lærir eisini sjónleikaran at spinna nýggj hugskot og nýggjar upplivingar og nú eru tvey tey fyrstu tilboðini klár.

Hvussu gera vit, tá fysiska nærveran ikki er ein møguleiki og vit øll eru tvungin at halda fjarstøðu? Kunnu vit skapa eitt annað slag av nærveru og kanska gera fjarstøðuna til ein part av upplivingini? Hesar spurningar hava tey sett sær á Tjóðpallinum og burturúr hesum eru komnar tvær nýggjar ljóðmyndir, sum kunnu síggjast og hoyrast á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum: Ævisøgan “Míni leikapetti”, eftir Eyðun Johannessen og “Logi, logi eldur mín”, ið byggir á søgur eftir Jóhonnu Mariu Skylv Hansen.

- Ljóðmyndin hevur júst tann eginleikan, at vit merkja nærveruna hjá leikaranum hóast fysisku fjarstøðuna, og at pallmyndin verður skapt í okkara egna hugaheimi heldur enn á pallinum. Vit vilja við hesum tilboðum bjóða okkara áskoðarum eina øðrvísi uppliving, nú tá vit ikki kunnu vera saman í teatursalinum, sigur Jenny Petersen, ið júst varð endursett sum stjóri á Tjóðpallinum, tá ið Korona legði alt virksemið lamið.

Míni leikapetti

Í hesi ljóðmyndini síggja og hoyra vit sjónleikaran Annfinn Heinesen bera fram ævisøguna “Míni leikapetti” eftir Eyðun Johannessen. Í bókini sigur Eyðun livandi frá sínum barnaárum til dagin í dag, hvussu hann minnist krígsárini, gomlu havnina, Sjónleikarhúsið og tað at hava dirvi at taka sær eina øðrvísi útbúgving.

Eyðun sigur millum annað soleiðis: - Eg sigi ikki, at hetta er sannleikin um meg. Teir eru fleiri og marglittir. Eg royni at reka teir eins og hvítar, morreyðar og flekkutar seyðir, í rætt. So kann lesarin, í sínum lag, tumma teir og meta um vektina.

Um ævisøguna, ið Sprotin gav út í 2018, sigur Jonhard Mikkelsen millum annað:
- Eyðun gjørdi tað, hann setti sær fyri – hann setti spegilin upp fyri okkum, so vit varnaðust dáran, sum hekk fastur í ávísum fatanum, sum annars høvdu verið óbroytiligar, óreingiligar … hann setti spegilin upp fyri okkum og læt okkum síggja okkum sjálv í øllum okkara útgávum við lýtum sum dygdum, við døkkum og ljósum síðum, við fjákalótum og dyggum eginleikum. Hann setti sama spegil upp fyri okkum í Føroyum fyri hálvari øld síðan, sum leikhøvundar og leikstjórar hava sett upp fyri mentanir allastaðni í heiminum í øldir við júst sama endamáli. Og undrið hendi – mørkini fluttu seg.

Sjónvarpsmaðurin Jónfinn Stenberg stóð fyri upptøkunum.
Framleitt í samstarvi við Sprotan.

Fyrstu partarnir av ljóðmyndini er tøkir á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum í dag - á føðingardegnum hjá Eyðuni - og er ókeypis fyri øll at lurta og hyggja at. Lurta her

Logi, logi eldur mín

Jóhanna Maria Skylv Hansen livdi stóran part av lívi sínum í útjaðaraøkinum í samfelagnum, og júst tí er tað áhugavert hjá okkum at sleppa at kaga inn í hetta lívið og fáa eina mynd av, hvussu tað bar til at liva so avskorðin frá umheiminum og kortini liva mitt í verðini. Hetta er áhugavert hjá okkum, sum í dag liva í einum samfelag, sum sýnist at hava sum aðaltátt at skava alla verðina inn undir seg.

Tað er Laura Joensen, ið framførir ljóðmyndina, sum hon sjálv hevur spælt sum leik fleiri ferðir, síðani hann fyrstu ferð varð framførdur 2. jóladag 1988. Laura hevur eisini við fleiri høvi lisið brot og hugleitt um Johonnu Mariu Skylv Hansen. Johanna Maria hevur eisini sjálv ein leiklut í ljóðmyndini, við at vit hoyra hennara rødd úr samrøðu, sum Niels Juel Arge hevði við hana í 1969, tá ið hon var 92 ára gomul.

Ljóð- og tónleikamyndin hjá Sunnleifi Rasmussen, ið varð gjørd til upprunaliga sjónleikin í 1988, verður eisini brúkt, og byggir hon á lagið til yrkingina um nornurnar, sum Jóhanna Maria sjálv hevur gjørt. Eyðun Johannessen leikstjórnaði upprunaliga leikin og var hetta fyrsta leikverk hansara í Føroyum, eftir at hann flutti til Danmarkar í 1979.

Upptøkurnar eru gjørdar í samstarvi við Ljóðbókatænastuna og vera tøkar á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum ein av komandi døgunum.

Onnur tilboð ávegis

Á Tjóðpallinum arbeiða tey eisini við øðrum spennandi tilboðum til bæði børn, ung og eldri, sum meiri verður at frætta um í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder