Nógv kenna ølirnar Hanin gali og Klikkhaze hjá OY, sum eru hazy IPA ella NEIPA (New England IPA). Men nú hevur OY bryggjað eina “old-school” West Coast IPA á 6,5 prosent. Hon hevur fingið spælandi heitið Ei π Ey.
Áðrenn NEIPA ølirnar komu á marknaðin fyri umleið 15 árum síðani á amerikansku eysturstrondini, vóru IPA ølir hvørki támutar ella gular, men heldur ravgular við einum sera høgum IBU (International Bittering Units), sum var vanligt á amerikansku vesturstrondini.
Ei π Ey er ein slík West Coast IPA eftir gamla skúlanum. Meira beisk enn fruktkend við IBU 70.
Hin nýggja ølin eitur Samson. Hetta er ølin, sum OY vil vera við, ger dreingir til menn og setur hár á bringuna. Talan er um gyltar dropar, sterkir sum hannsjálvur Hárfagri. Heili 7,7 prosent.
Báðar ølirnar eru nú til sølu, har ein vanliga keypir øl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald