Innanlands

Tvey brak í fyrstu áttandapartsfinalunum

Tað er Evropa ímóti Suðuramerika í dagsins 1/8 finalum, har millum annað Messi og Ronaldo skulu í eldin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-06-30 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15.00: Frakland - Argentina
19.00: Uruguay - Portugal

Tað er í dag, at knock-out dystirnir í Russlandi byrja. Og talan er um tveir, á pappírinum, sera spennandi dystir.

Frakland og Argentina leggja fyri í Rostov. Ein av fremstu fotbóltstjóðunum i Evropa ímóti einum av teimum fremstu í Suðuramerika. Fraklendingar eru ósigraðir í HM, men liðið hjá Dider Deschamps skal lyfta sítt støði, um vónir skulu gerast um, at Frakland skal alland vegin.

Argentina megnaði í seinastu løtu at basa Nigeria og harvið koma víðari ur bólki D. Mógv stríð umkring liðið og tvey vánalig avrik, vóru við til at gera tað stríggið hjá Argentina. Nú er stolta fótbóltslandið so í áttandapartsfinaluni. Lionel Messi var frálíkur ímóti Nigera, men spurningurin er, um hann kanm draga hinar við sær framvið Fraklandi.

Meting: Frakland hevur ikki víst nakað dárandi spæl, men tað býr nogv góðska á franska liðnum, ið helst koppar Argentina eftir 90 minuttir. Tað er tó møguligt, at Messi fær leitt sítt lið eitt fet viðari

Vit tippa 2-0 til Frakland, ið er ein lítil favorittur.

Í Sochi er ein væntandi sera tættur dystur fyri framman. Ronaldo og Portugal skulu royna at koppa sterka verjupartinum hjá Uruguay. Við Diego Godin og Jose Maria Gimenez úr Atletico Madrid í miðverjuni, lat Uruguay ikki nakað mál inn í bólkaspælinum. Ja, tað komu so at siga ikki málroyndir ímóti  Fernando Muslera. Við Luis Suarez og Edinson Cavani í topp, kann liðið hjá Oscar Tabarez veruliga hótta verjupartin hjá Portugal, ið ikki hevur sæð so tryggur út sum vant undir Fernando Santos.

Við fýra málum higartil hevur Ronaldo, sum væntað, verið ein lykil hjá evropameistarunum. Men brent brotspark og ein nógv umtalað hending, viðvíkjandi einum møguligum slagi og hevnisøku, ímóti Iran ger, at trýst er á Ronaldo.

Meting: Her er eingin favorittur; liðini verða mett at verða sera jøvn. Hetta kann fara til umdyst og møguliga allan vegin til brotsspark. Tað kann gerast við ongum ella fáum málum, uttan so at álopskendu stjørnurnar fáa pláss at skína. Vit meta, at Portugal akkurat megnar at koppa Fraklandi.

Talan er um fýra lið, ið framvegis ikki hava víst sítt besta; hóast Frakland kom víðari við sjey stigum og Uruguay við fullum stigatali.  Hetta eru lið, ið øll innihalda góðsku, og tað burdi borga fyri tveimum góðum uppgerðum seinni í dag.

Dystirnir kunnu síggjast í Kringvarpinum og á DR1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder