2021-01-09 14:05

Í gjár vórðu tvey staðfest positiv, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tilburðurnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir.
Nú hava 646 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum. Av teimum eru 596 staðfest frísk aftur, og sostatt eru 50 persónar positivir í løtuni.
Í gjár vórðu 1.067 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 208.308 kanningar gjørdar í Føroyum.
Tvey fólk eru í løtuni innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu. 156 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald