Russland hevur tikið seg aftur frá øllum økjunum, sum landið hevði hertikið nærhendis eysturukrainska býin, Kharkiv, og russisk herfólk í hópatali eru farin úr Ukraina aftur.
Tað metti eitt høgtstandandi amerikanskt hernaðarligt embætisfólk, sambært Reuters tíðindastovuni í gjárkvøldið.
- Okkara meting er, at ukrainar gera stór framstig, meðan tey stríðast fyri at vinna hertikin økir har suðuri og har eysturi aftur, sigur embætisfólkið, ið ikki verður navngivið.
- Fleiri av herdeildunum eru farnar yvir um markið til Russlands aftur, sigur embætisfólkið.
Mánakvøldið segði forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, at herur hansara henda mánaðin hevur tikið umleið 6.000 ferkilometrar av landi aftur.
- Síðan byrjanina av september og fram til í dag hava okkara herfólk longu fríað 6.000 ferkilometrar av ukreinskum landøki har eysturi og har suðuri, og vit halda áfram, segði forsetin í dagligu videorøðu síni.
Sunnudagin segði ovasti generalurin í Ukraina, Valerij Zaluzjnyj, at ukrainski herurin hevði tikið meira enn 3.000 ferkilometrar aftur.
Ein av býunum, sum ukrainar hava tikið aftur, er hernaðarliga týdningarmikli býurin Izium.
Um vikuskiftið váttaðu russar, at tey fóru at rýma úr býnum, sum Russland hevur hersett seinastu fimm mánaðirnar, og sum hevur verið ein týdningarmikil flutningsvegur fyri russiska álopið.
Sambært AFP tíðindastovuni, hevur ukrainska mótálopið, sum byrjaði fyrst í september verið væl eydnað.
Í Kharkiv-økinum eru býir sum Kupjansk, Baliklija og Izium tiknir aftur.
Ukrainar siga eisini, at teir hava tikið aftur stór økir í Kherson-økinum. Her skal vera talan um 500 ferkilometrar.
Amerikanska tankasmiðjan, Institute for the Study og War (ISW), sigur, at Ukraina nú hevur koppað vágskálini, men at hetta mótálopið neyvan verður endin á krígnum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald