Heitt verður á borgar í Ukraina um at vera friðarlig og ikki óttast. Hetta, hóast vandan fyri einari russiskari innrás. Tað sigur ukrainska uttanríkismálaráðið í fráboðan í dag.
Sagt verður, at tað er umráðandi, at fólk eru rólig og ikki óttafull, skrivar Ritzau.
Hendan fráboðanin kemur dagin eftir, at USA ávaraði um, at Russland kann leypa á hvørja løtu, og í kjalarvørrinum á hesum hava fleiri Nato-land, harímillum Danmark, heitt á borgarar sínar um at fara úr Ukraina.
Les eisini: Heita á borgarar um at fara úr Ukraina
Russland hevur tó fleiri ferðir víst aftur, at ætlanin er at gera innrás, hóast fleiri enn 100.000 russisk herfólk seinastu mánaðirnar eru settir við markið til Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald