Mentan

Ummæli: Er hetta tað vit hava bíðað eftir í 8 ár?

Hyggjararnir hava bíðað í tvey ár. Tað ger, at óansæð hvat hendir, eru fólk helst vónsvikin. Seinasti partur av Game of Thrones fær hálvt fjórða P

(Mynd: HBO)

(Mynd: HBO)

2019-05-20 22:51 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Tá Game of Thrones kom út í 2011, broytti hendan røðin á nógvar mátar hvat man kann og ikki kann innan filmsheimin. Serliga viðvíkjandi teimum ódámligu morðunum og teimum nógvu sex scenunum. Men nú er hendan kult røðin, sum milliónir av fólkum kring heimin eru farin at elska, komin at enda.

Út yvir at vera ein av heimsins mest umrøddu og elskaðu røðum, hava hyggarar eisini bíðað í heili tvey ár eftir hesi síðstu sesongini. Hetta ger, at óansæð hvat hendir, fara fólk helst at vera vónsvikin.

Ávaring! Um tú ikki hevur sæð Game of Thrones Sesong 8 part 6, men ætlar tær at síggja hann, steðga so her.

“No one is very happy, which means it is a good compromise “ sigur Tyrion í hesum partinum, tá ið hann tosar um hvørja avgerð leiðararnir nú skulu taka viðvíkjandi jarntrúnuni. Og hetta lýsir sera væl hvussu hendan sesongin endaði.

Parturin byrjar við at samla upp har vit sleptu. Hetta spælir rættiliga væl av. Tyrion situr og grætur við líkunum av systkjunum, og drekin Drogon brennir jarntrúnuna burtur í vreiði, aftaná at Jon í dramatiskt hevur dripið Dany.

Og Dany skal virkuliga fáa rós fyri hvussu væl hon spælir sína síðstu løtu. Emilia Clarke (Daenerys) hevur fingið atfinningar í miðlunum meira enn einaferð, fyri at hon ikki spælir nóg fjøllbroytt, men í hesari løtuni ger hon persónin hjá sær meira trúverdigan enn hann hevur verið í hesari sesongini. Mann fer næstan at skilja hennara skálkagerðir í parti 5.

Aftan á hetta, er parturin eitt sindur meira “hvat nú?”, og leysu endarnir vera bundnir saman. Úrslitið er tó ivasamt, og nógvir endar eru enn leysir. Sum hyggjari hugsar man “var hatta veruliga tað?”

Aftaná at Dany er deyð, koma allir teir týdningarmiklastu persónarnir, sum vit ikki hava sæð nógv til í hesari sæsongini, til King’s Landing. Tey skulu taka støðu til hvat nú skal henda, tá drotningin er deyð, og soleiðis fáa vit avgreitt lagnurnar hjá teimum í ymisku, sum vit als ikki hava sæð.

Hetta gongur rættiliga skjótt fyri seg, og sýnist sum ein bíligur máti hjá filmsleikstjórunum at snúgva sær undan. Tað virkar, sum hetta bara er gjørt fyri líka at minna okkum á, at hesir persónarnir enn eru til, og nú fer eingin vónandi at grenja seinni, um at hetta ikki bleiv avklárað. Men David Benioff og D.B Weiss (filmsleikstjórarnir), vit hava útroknað tykkara duldu motivir, og vit vilja hava ein ordiligan enda.

Vit eru eisini nógv sum vónaðu, at alt fór at ganga upp í eina hægri eind, og geva meining, men soleiðis er ikki. Endin virkar tilvildarligur, og hetta kundi akkurát tað sama enda á onkran annan hátt.

Men sum sagt, tá ein seria er so væl dámd, er tað sjálvandi ógjørligt at gera øll glað, og fjepparar hava helst havt ov stórar vónir til hesa sendirøðina.

Í einum heimi sum Game of Thrones fara tó altíð at vera svikaráð og klandur uttan enda. Tað er helst øgiliga optimistiskt, men mann kann altíð vóna at ein nýggj sesong kemur seinni.

Game of Thrones, umfar 8, partur 6 (3,5/5)
HBO Nordic

[object Object]


Ummæli av Game of Thrones, umfar 8
Partur 5: Ein partur, sum fer at sita eftir í minninum
Partur 4: Game of Thrones - hesaferð við Starbucksbikari
Partur 3: Missa nógv av teimum, vit eru farin at elska
Partur 2: - Helst bíligasti partur í hesari sesongini
Partur 1: - Game of Thrones leggur ikki hart út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder