2023-12-23 15:01
Angilie Johannesen Olsen er nýggjur leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri.
Angilie avloysir Arthur Djurhuus Poulsen, sum fyrr í ár boðaði frá, at hann hevði tikið við leiðarastarvi í bygda- og ungdómshúsinum á Strondum, har hann og familjan hava bygt sær hús, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Angilie hevur útbúgving sum heilsuhjálpari og hevur starvast innan Bú- og heimatænastuna, seinastu 12 árini sum bólkaleiðari.
Angilie byrjar í leiðarastarvinum í ungdómshúsinum 1. januar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald