Tað verða ikki vanligar valrøður at hoyra í Klaksvík í kvøld, men ístaðin er ætlanin, at politikararnir luttaka við tónleiki; við at rappa, kvøða ella syngja. Møguleiki er somuleiðis at lesa upp yrkingar ella framføra tónlistarlig verk við løttum innihaldi og í einum tóna, sum fer at skapa hugna, látur og felagsskap.
Allir politisku flokkarnir sum eru á tingi, umframt teir báðir nýggju flokkarnir vera til tiltakið.
Les eisini: Øðrvísi politiskt tiltak í Café Gloriu
Fyriskipararnir vóna at síggja so nógv valevni sum gjørligt, og síggja fram til hvussu kreativ tey fara at verða í sínum framførslum.
Tiltakið sjálv byrjar klokkan 19, tá bólkurin “Ecclesia” fer at spæla og syngja. Og klokkan 22 verður tað Danny Baldursson, ið fer at syngja og spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald