2018-12-07 13:24
Síðani klokkan 10 í morgun hevur løgtingið viðgjørt uppskotið frá andstøðulimum um tunlar norður um fjall, og nú klokkan nærkaðist hálvgun tvey varð atkvøtt í málinum.
Úrslitið var, at 14 vóru fyri, og 15 ímóti.
Sambært uppskotsstillarunum skuldi uppskotið framskunda verkætlanina, men nú uppskotið enn einaferð er fallið, mugu tey eystan Múla brynja seg við toli.
Tunlarnir Norður um Fjall eiga tørn tá Hvalbiartunnilin er boraður í gjøgnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald