Uttanlands

USA ávarar Russland um at innlima ukrainsku landslutirnar

Óansæð hvat Russland sigur, so verða landspartarnir ukrainskt øki, sigur talskvinnan í Hvítu húsunum

Karine Jean-Pierre, talskvinna (Mynd: EPA)

Karine Jean-Pierre, talskvinna (Mynd: EPA)

2022-09-29 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikansku myndugleikarnir siga, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, um Russland ger álvara av at innlima fýra ukrainskar landslutir í Russland.

Hvítu húsini í Washington sigur, at sonevndu fólkaatkvøðurnar, sum seinastu dagarnir eru hildnir í teimum hersettu økjunum í Ukraina, eru ólógligar.

Roknað verður við, at russiska Duma’n fyrsta dagin fer at samtykkja at landslutirnir Donetsk, Luhansk Zaporizjzja og Kherson gerast partur av Russlandi.

- Óansæð hvat Russland sigur, so verða hesi landspartar ukrainskt øki, sigur talskvinnan í Hvítu húsunum, Karine Jean-Pierre.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder